“Hví ganga tit øll í vøttum?” Hetta spurdi beiggi mín, og svarið er, at eg ikki fekk afturhald. Eg skilji ikki hví eg aldrin havi bundið vøttir fyrr. Tað er ein perfekur máti at fáa brúkt restir og verður skjótt liðugt.
Mín yndis vøttusniðgevi er Tonjeinoslo. Tonjeinolso hevur so nógv fitt vøttumynstur til børn og vaksin. Vøttirnir á myndini eru eftir mynstrinum #frostnatt. Tær bláu eru bundnar út Peer Gynt frá Sandnes og tær ljósareyðu eru bundar úr Merino Extra Fine frá Drops.
Vøttirnir allur heimurin tosaði um. Bogi vildi eisini eiga líka vøttir sum Bernie Sanders. Eg havi bundið eftir ókeypis uppskrift frá Maries Ideer. Eg havi brúkt mínar restir av 3 tráðaðum tógvi frá Snælduni.