Binda – nú sum bók 🧶

Eg havi skrivað eina bindibók 🙌

Í samstarvi við Nám havi eg skrivað eina bók, sum sjálvandi handlar um at binda. Bókin er ætlað skúlabørnum og annars øllum, ið hava hug til at læra seg at binda. Í bókini eru somu skrivligu vegleiðingar sum her á heimasíðuni, og eisini eru QR-kotur sum vísa til sjónbondini.

Bókin fæst til keyps í flestu bókahandlum og tógvhandlum, og hon kostar 248 kr.

Vónandi taka tit væl ímóti bókini.

Góðan bindihug,
Sandra 🧶

Deil uppslagið

Share on facebook
Share on twitter
Share on email