At eygu skulu hvíla, merkir at tey ikki skulu bindast enn. Til dømis skulu eyguni til ermarnar hvíla, meðan bulurin verður bundin.
Eg brúki antin eina hjálparnál ella ein tráð. Við hjálparnálini er tað lættari at fáa eyguni aftur á stokkin, enn tað er við tráðnum. Hjálparnálin kann koma í vegin tá bindast skal víðari, meðan eyguni á tráðnum eru lættari at koma forbí. Tá eg bindi við mohair og øðrum tunnum garni kunnu eyguni detta av hjálparnálini, so tá brúki eg altíð ein tráð.
Á síðuni eru vegleiðingar til báðar mannagongdir.
Hvussu fái eg eyguni aftur á stokkin?
Tá eyguni skulu á stokkin aftur, er tað umráðandi at øll eyguni venda rætt. Lættasti mátin er at skumpa eyguni varliga frá hjálparnálini/tráðnum yvir á stokkin.
Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo.
Góðan bindihug
Sandra
Necessary cookies are absolutely essential for the website to function properly. This category only includes cookies that ensures basic functionalities and security features of the website. These cookies do not store any personal information.
Any cookies that may not be particularly necessary for the website to function and is used specifically to collect user personal data via analytics, ads, other embedded contents are termed as non-necessary cookies. It is mandatory to procure user consent prior to running these cookies on your website.