Bindifastleiki og bindiroynd

Í flestu bindiuppskriftum er uppgivið ein bindifastleiki og vegleiðandi stokkar, fyri at uppnáa hendan bindifastleika. Bindifastleiki merkir, hvussu nógv eygu sniðgevin (designarin) bindur, fyri at fáa 10 cm í breiddini, og hvussu nógv umfør sniðgevin bindur fyri at fáa 10 cm í hæddini. Øll binda ymiskt, og tú skalt tí finna útav, hvønn stokk tú skalt brúka, fyri at fáa sama bindifastleika sum sniðgevin. Sniðgevin hevur gjørt uppskriftirnar og støddirnar útfrá sínum bindifastleika, og støddirnar passa tí bert, um tú hevur sama bindifastleika sum sniðgevin. Um sniðgevin tildømis hevur ein bindifastleika uppá 20 eygu á stokk 3, og tín bindifastleiki er 21 eygu á stokk 3, passar tín fastleiki ikki til vegleiðandi stokkarnar. Bert eitt eyga meir ella minni, kann merkja eina heila stødd á muni, og tí er tað umráðandi altíð at gera eina bindiroynd. 

  • Hevur tú fleiri eygu enn sniðgevin hevur uppá 10 cm, royn so ein stokk størri.
  • Hevur tú færri eygu enn sniðgevin hevur uppá 10 cm, royn so ein stokk minni.

Oftast er tað nokk at fara eina hálva stokkastødd upp ella niður.

Góð ráð til tína bindiroynd

Kasta 10 eygu eyka uppá, tildømis um bindifastleikin er 20 eygu, kasta so 30 eygu uppá. Hetta er tí at kantarnir ofta vera strammir, og tí verður bindifastleikin misvísandi um royndin bert er 20 eygu. 

Um royndin ikki skal rulla (sum mín ljósareyða), verða tey fyrstu og seinastu umførini bundin í stiklavond

Gev gætur um bindiroyndin skal bindast sum stiklavond, rond, slætt ella mynstrut. Um onki er upplýst, skal bindiroyndin bindast slætt. Um uppskriftin uppgevur fleiri stokkastøddir, t.d. at royndin skal bindast á stokk 6 og restin av troyggjuni við stokk 8, so skal bindiroyndin bindast við stokk 8. 

Bindifastleikin kann eisini vera ymiskur um bundið verður runt ella aftur og fram. Niðast á síðuni eru sjónbond sum vísa hvussu eg bindi mínar bindiroyndir ávíkavist runt og slætt.

Á myndini havi eg bundið bindiroyndir í stiklavond (ljósabrúnt), rond (hvítt) og slætt (grønt og ljósareytt).

Brúka eina linjál fyri at fáa røtt mát. Mátibond kunnu geva seg, og eru tí ikki altíð álítandi. 

Fyri at fáa besta úrslitið skal bindiroyndin vaskast. Hetta er tí at garnið ofta veksur ella minkar í vask.

Bindiroynd - runt

Bindiroynd - aftur og framm

Mínar royndir

Eg havi alt ov góðar royndir við, at ikki gera bindiroynd. Tá garn og uppskrift er keypt, eri eg ofta so spent at fara í gongd, at bindiroyndin ikki verður raðfest. Eg tori næstan ikki at fortelja um, hvussu nógvar troyggjur eg havi bundið, sum antin eru blivnar alt ov stórar ella ov lítlar, tí mín bindifastleiki ikki hevur passað. So hóast tað kann tykjast at vera spill av tíð, er tað í veruleikanum tíðarsparandi. 

Frá  av geri eg altíð eina bindiroynd, so mín bindifastleiki passar og úrslitið verður sum ætlað. 

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra