Uppátøkur

Uppátøka, ella at taka eygu uppá, merkir at eygatalið skal økjast, og tað kann gerast uppá fleiri mátar. 

Mest vanligu uppátøkurnar eru at binda í lykkjuna ímillum eyguni. Hesar uppátøkur kunnu venda til høgru og til vinstru, hetta er tó mest týðiligt í raglan (uppifrá og niður) 

Um tað ikki stendur í uppskriftini hvønn veg uppátøkurnar skulu venda, tak tá eyguni uppá soleiðis sum tað liggur best í tínum hondum. 

Uppátøka til vinstru

Uppátøka til høgru

Raglan - uppifrá og niður

Uppátøka við lykkju

tvey rang eygu í eitt

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra