Ofta settir spurningar

Sum nýbyrjari í bindiheiminum hevur man ofta nógvir spurningar, og tað er ofta nógv sum ikki gevur meining. Eg havi roynt at samla teir flestu av hesum spurningunum á hesi síðuni. 

Hvussu skifti eg stokk?

At skifta stokk merkir, at eyguni skulu bindast av einum stokki og yvir á ein annan stokk. Hetta skal millum annað gerast tí rondin skal bindast á einum minni stokki enn troyggjan, ella tí eygatalið veksur og tú fært brúk fyri einum stokki við longri veiri.

Hvussu síggi eg mun á røttum og rangum?

Hvussu fái eg endarnar saman, so úrslitið verður runt?

Tá tú skalt binda runt er tað umráðandi at øll eyguni venda sama veg og ikki eru snúðrar. Í sjónbandinum vísi eg hvussu tað sær út tá tað er snúðrað. Eg lærdi uppá tann harða mátan, at tað ikki kann bjargast, um eyguni í fyrsta umfarið eru snúðrað.

Hvussu bindi eg aftur og framm á einum rundstokki?

Hvussu fái eg ermurnar og bulin á sama stokk?

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra