Raglan kann bindast uppifrá og niður, og niðrifrá og upp. Munurin er bert um eygu skulu bindast saman, ella um eygu skulu takast uppá.
Sjálv dámar mær best at binda uppifrá og niður, tí plaggið altíð er í einum stykki og tað krevur heilt lítla tilgerð.
Á síðuni eru vegleiðingar til báðar mannagongdir.
Fun fact:
Hevur tú eisini lært, at raglan eitur ranglan við einum langum og góðum trýsti á tað ósjónliga N’ið?
Raglan er eyðkenni fyri ermu, sum gongur skák úr kraganum og undir hond. Raglan er uppkallað eftir Lord Raglan, sum sigst, átti ein frakka við raglan ermum. Eftir at hava lært upprunan til orðið, royni eg at venja meg av við at leggja trýstið á ósjónliga N’ið.