Rætt og rangt

Røtt og rang eygu eru grundarsteinarnir í binding, og kunnu setast saman uppá óteljandi mátar. Úrslitið veldst um hvør samanseting verður vald.

Í føroyskum uppskriftum verður rætt og rangt ofta nevnt sum eitt og eitt, tvey og tvey. Eitt og eitt er at binda eitt rætt og eitt rangt. Tvey og tvey eru tvey røtt og tvey rang. Tað fyrsta talið er rætt og tað seinna er rangt. Tvey røtt og eitt rangt eitur tí tvey og eitt. Í summum uppskriftum verður rætt og rangt eisini kallað rond.

Niðast á síðuni eru ymisk góð ráð og sjónbond sum svara uppá ymiskar spurningar.

At binda rætt - aftur og framm

At binda rangt - aftur og framm

At binda rætt - runt

At binda rangt - runt

Góð ráð / spurningar

Hvussu fái eg endarnar saman, so tað blívur runt?

Tá tú skalt binda runt er tað umráðandi at øll eyguni venda sama veg og ikki eru snúðrar. Í sjónbandinum vísi eg hvussu tað sær út tá tað er snúðrað. Eg lærdi uppá tann harða mátan, at tað ikki kann bjargast, um eyguni í fyrsta umfarið eru snúðrað.

Hvussu síggi eg mun á røttum og rangum?

Sjónbandið vísir munin á røttum og rangum. 

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra