Perlubinding

Perlubinding er at binda rætt yvir rangt, og rangt yvir rætt. Fyrsta umfar verður bundið rætt og rangt, og næsta umfar skal bindast rangt og rætt. Soleiðis kemur rætt yvir rangt og øvugt. Dupult perlubinding er tað sama, bara tvey røtt og tvey rang, og tvey eins umfør, áðrenn rætt verður bundið yvir rangt. 

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra