Eitt av mynstrunum sum omman kallar ‘hatta bundu ogur altíð fyrr’ er patent. Patent finst í nógvum variatiónum, millum annað hálvpatent og falsk patent. Úrslitið verður tjúkt og lætt. Patent gevur seg nógv í vask og brúk, tí er tað sera umráðandi at gera eina bindiroynd.