Mynstur

Føroyskar troyggjur bundnar við fleiri litum eru nakað heilt serligt. Mynstrini eru óteljandi í tali og hóast mynstrini eru eins, kann litsamansetingin geva heilt ymisk úrslit. 

Tá bundið verður við fleiri tráðum, er umráðandi at sami tráður, mynsturtráðurin, altíð er ovast og, grundliturin, altíð er niðast. Tann tráðin tú velur at hava ovast, verður tann dominerandi. Í sjónbandinum er mítt mynstur ljósareytt og grundliturin er gráður. Eg havi tí ljósareyða tráðin ovast og tann gráa niðast. 

Tann tráðurin sum ikki verður brúktur, liggur á ranguni, til hann aftur skal brúkast. Tað er umráðandi at ikki verður stramma av nógv, tá tú skiftir lit. 

At skifta lit uttan hakk

At festa endar samstundis við at skifta lit

Góð ráð

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra