Kasta uppá

Um tú ongantíð hevur bundið fyrr, so er hetta staðið at byrja, tí man kastar altíð uppá sum tað fyrsta. Á síðuni er vegleiðingar til tvær ymiskar mannagongdir. 

Í mínum bindiklubba við donskum vinfólkum, kasti eg uppá øðrvísi enn tey. Teirra mannagongd eitur krydsopslag, men eg kenni ikki heitið fyri mína mannagongd, annað enn at tað eitur at kasta uppá. Fyri at kenna mun hava vit valt at kalla mannagongdirnar: Kasta uppá á føroyskum og Kasta uppá á donskum og nú eita mannagongdirnar eisini soleiðis á Binda.fo.

Royn báðar mannagongdir so tú finnur ta mannagongdina sum passar tær best. Niðast á síðuni eru ymisk góð ráð og sjónbond sum svara uppá ymiskar spurningar.

Kasta uppá á føroyskum

Kasta uppá á donskum

Góð ráð

Hvussu langur skal garnendin vera?
Tað er umráðandi at garnendin er langur nokk, soleiðis at tað ikki manglar garn til síðst. Fyri at tryggja mær, at eg havi nokk av garni til at kasta 10 eygu uppá, koyri eg garnið 10 ferðir runt um stokkin. Longdin av tí garninum er nokk til at kasta 10 eygu uppá. Eg lati einar 10-20 cm av garni eyka afturat til at hefta við. 

Ov stramman kant?
Fyri at kanturin ikki skal gerast ov strammur, kann man kasta uppá við einum stokkanummari størri. Minst bert til at skifta til røttu stokkastødd, tá tú hevur kastað uppá.

Hvussu kasti eg uppá ímeðan eg bindi?  
Soleiðis kastar tú uppá ímeðan tú ert í gongd við eitt projekt. Hetta skal brúkast t.d. tá tú skal kasta uppá undir hond. 

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra