Holfaldur verður bundið eftir diagrammi, við at binda eygu saman og kasta um stokkin. Diagrammini eru óendalig í tali og úrslitini ymisk.
Eg tekni mær altíð diagrammi upp við ymiskum litum og umseti bindiorðini í uppskriftini til mínu egnu orð, so tað verður lættari fyri meg sjálva (og sum myndin vísur, havi eg altíd hildið at holfaldur eitur holufald). Tunguna mitt í munninum og sløkk sjónvarpið, so er holfald besti mátin at tøma høvdið og halda 100% fokus.
Í sjónbandinum vísi eg hvussu smærublað (kløvermønster) verður bundið við holfaldi.
Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo.
Góðan bindihug
Sandra