Tá eygu skulu takast upp til háls og ermu, er tað umráðandi at fylgja uppskriftini, soleiðis at tú tekur eygu upp samsvarandi við endaliga eygatalið, sum uppskriftin vísur. Hetta kann til dømis merkja, at triðjahvørt eyga skal loypast um. Tel tí altíð hvussu nógv eygu eru eftir kantinum, í mun til hvussu nógv eygu skulu takast upp.
Fyri at eyguni vera javnt deild yvir ermuna, seti eg fýra frámerki runt eftir kantinum. Um eg til dømis skal taka 100 eygu upp, skal eg hava 25 eygu ímillum hvørt frámerki. Til hálsin seti eg tvey frámerki, eitt mitt framman og eitt mitt aftan.