At rætta feilir

Her eru vegleiðingar til at rætta feilir, sum man ofta kann koma til at gera. 

At binda aftureftir (At taka upp aftur)

At binda aftureftir, er at taka upp, uttan at øll eyguni skulu av stokkinum. Eg minnist panikkin, tá øll eyguni blivu tikin av stokkinum og tikin upp, tí eg kláraði ikki at yvirskoða, hvussu eg nakrantíð skuldi fáa eyguni á aftur stokkin. Um tú eisini hevur brúk fyri at hava kontrol á eygunum Á stokkinum, er hetta avgjørt besti mátin at rætta feilir.

At taka eitt mist eygað upp

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra