At lata eygu hvíla

At eygu skulu hvíla, merkir at tey ikki skulu bindast enn. Til dømis skulu eyguni til ermarnar hvíla, meðan bulurin verður bundin. 

Eg brúki antin eina hjálparnál ella ein tráðVið hjálparnálini er tað lættari at fáa eyguni aftur á stokkin, enn tað er við tráðnum. Hjálparnálin kann koma í vegin tá bindast skal víðari, meðan eyguni á tráðnum eru lættari at koma forbí. Tá eg bindi við mohair og øðrum tunnum garni kunnu eyguni detta av hjálparnálini, so tá brúki eg altíð ein tráð.

Á síðuni eru vegleiðingar til báðar mannagongdir. 

at lata eygu hvíla á tráði

at lata eygu hvíla á hjálparnál

Góð ráð

Hvussu fái eg eyguni aftur á stokkin? 

Tá eyguni skulu á stokkin aftur, er tað umráðandi at øll eyguni venda rætt. Lættasti mátin er at skumpa eyguni varliga frá hjálparnálini/tráðnum yvir á stokkin. 

Hvussu fái eg eyguni av tráðnum og aftur á stokkin?

HVUSSU FÁI EG EYGUNI AV hjálparnálini OG AFTUR Á STOKKIN?

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra