At læsa av

Tá plaggið er liðugt bundið skal tað sjálvandi eisini av stokkunum aftur. Niðanfyri eru ymiskar vegleiðingar til hvussu tú kanst læsa av. Fyri at tryggja mær, at eg ikki læsi ov stramt av, brúki eg oftast eitt stokkanummar størri, tá eg læsi av.

At læsa av, aftur og framm

At læsa av, runt

At læsa av, rætt og rangt

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra