At binda við perlum

At binda við perlum er lættari, enn tað sær út. Tað krevur tó góða tíð, gott tol og eina rúgvu av perlum. Stórar, smáar, plast, glas, træ. Grønar, gular, gull, silvur, ljótar og penar – allar perlur kunnu brúkast! Perlurnar kunnu verða settar saman tilvildarliga, eftir ávísum litum ella eftir mynstri.

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra