At binda við ellubitum

Tú sleppur ikki undan ellubitum, um tú bindur nógv.
Klædnaídnaðurin hevur seinastu árini varpað ljós á burðardygd og endurnýtslu í bindiverðini – undir smarta heitinum Scrap Yarn.
At binda við ellubitum er spennandi, og tú kanst binda við góðari samvitsku, tí hetta er burðardygt og hóskar væl til Heimsmálini hjá ST. Allir ellubitar kunnu verða brúktir, hvør endi – og einki verður tveitt burtur.
Ellubitar kunnu bindast inn í arbeiðið sum ein fylgitráður, ella bindast inn í arbeiðið fyri seg.

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra