At binda snar


Snar verður bundið við at flyta eyguni aftur um og fram um arbeiðið við einum hjálparstokki.
Í uppskriftum við snari verður mynstrið teknað á puntut pappír, og hvør puntur umboðar eitt eyga. Mynstrið verður lisið frá høgru til vinstu, úr neðra og upp. Í mynsturtalvuni eru tekn, sum vísa, hvussu hvørt eyga skal verða bundið, og ein frágreiðing um, hvat hvørt tekn merkir.
Fyri at binda snar skalt tú duga – ella læra teg – at seta eygu á ein hjálparstokk og flyta hesi fram um og aftur um arbeiðið.

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra