Um BINDA

Eg eiti Sandra og búgvi saman við sjeikinum Boga í Aalborg. Eg eri útbúgvin sosialráðgevi og arbeiði innan barnavernd. Bogi lesur IT og er tann tekniski heilin aftanfyri binda.fo.

Sum føroyingar flest, hava mamma, omma og mostir lært meg at binda tá eg var smágenta.

Tá eg flutti til Danmarkar og ikki longur fekk bindihjálp á bonkinum hjá ommuni, kom eg í dýrastu neyð. Fyri meg var tað vónleyst at fáa hjálp ígjøgnum telefon, tí eg skilti ikki helvtina av bindiorðunum, og tolið í hinum endanum á telefonini var ofta uppi, áðrenn eg hevði skilt, hvat eg skuldi. Eg royndi meg fram á youtube, men fann skjótt útav, at ongin í verðini bindur soleiðis sum eg havi lært at binda. Á flestu sjónbondunum eg fann varð bundið við vinstru og eg bindi við høgru, og fyri ikki at tosa um at skilja bindiorð á fremmandamálum. 

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna og soleiðis bleiv binda.fo til. Síðan vit tóku avgerð um at gera binda.fo, havi eg gjørt sjónbandsvegleiðingar, ein orðalista og ein blogg av teimum mannagongdum og bindiorðum eg havi arbeitt við.

Sjónbandsvegleiðingarnar vísa og greiða frá ymiskum mannagongdum. Orðalistin hevur bindiorð á føroyskum, donskum og enskum. Á blogginum vísi eg og greiði frá ymiskum um garn, uppskriftir og binding. 

Ætlanin er at tilfarið skal veksa so hvørt, og vónin er at binda.fo skal gera tað lætt at fáa bindihjálp á føroyskum.

Hevur tú hugskot ella ynskir til tilfar á binda.fo? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo.

Góðan bindihug,
Sandra 

binda_fo_bindihjálp