Eg havi royndarbundið Soflygenseren fyri Knitbynelras. Troyggjan er bundin við eini samanseting av røttum og rangum eygum sum gevur eitt vakurt úrslit, sum sær nógv torførari út enn tað er.
Soflygenseren er bundin úr Burshed Alpaca Silk og Merino Ekstra Fine frá Drops. Mínar royndir við hesum tógvinum er at tað veksur í vask og í brúk, so tað er umráðandi at gera eina bindiroynd.
Hetta er fyrsta uppskriftin sum Knitbynelras gevur út, og hon er komin væl frá tí. Tað liggur MEGA nógv arbeiði í at gera uppskriftir, so takk til allar sniðgevar fyri at eg kann keypa tykkara stóra arbeiði fyri 40-50 kr. stykki.
Tá uppskriftin er liðug, kann hon keypast á Ravelry – knitbynelras.
Góðan bindihug
Sandra