Eg fái nógvar spurningar um uppskriftir til nýggja bindaran og um troyggjur bundnar uppifrá og niður. Svarið er Novice Sweater frá Petiteknit. Eg havi keypt mær tógv til eina Novice Sweater Mohair Edition, sum eg fari at kasta uppá komandi vikuskifti. Vilt tú binda við?
At binda saman, ella knit-along, er, at fleiri binda eftir somu uppskrift samstundis. Tað var so hugnaligt seinast og so KUL at fleiri bundu sína fyrstu troyggju. Link til øll sjónbond sum troyggjan krevur, eru á niðast á hesi síðuni. Eg filmi mína tilgongd og leggi út á mystory á Instagram og Facebook hvørja ferð eg geri okkurt nýtt, so ØLL kunna vera við.
Uppskrift:
Novice Sweater frá Petiteknit er uttan iva, tann besta uppskriftin, eg havi bundið eftir. Uppskriftin er skrivað serligt til tann nýggja bindaran. Petiteknit hevur veruliga fangað, at tað ikki noyðist at vera ringt at binda eftir uppskrift, og tað eri eg kempi fjeppari av.
Novice uppskriftin fæst í tveimum útgávum, Novice Sweater og Novice Sweater Mohair Edition, bæði til børn og vaksin. Novice verður bundin uppifrá og niður. Tað vil siga, at byrjað verður við hálsinum, síðan beristykki, kropp og til síðst ermar. Tað er lætt at royna troyggjuna meðan bundið verður, og lætt at tilpassa hana um neyðugt.
Tógv:
Uppskriftin uppgevur ymisk sløg av tógvi sum kunnu brúkast til troyggjuna. Eg bindi mína úr Soft Silk Mohair frá @knittingforolive í litinum ‘Støvet Artiskok’.
Á facebookbólkinum KAL PetiteKnits modeller undir garnalternativer eru nógv alternativ sum eru bíligari enn tað uppskriftin uppgevur, til dømis Drops Air.
Stokkar:
Vegleiðandi stokkar til Novice eru 5,5 og 6 mm, og til Mohair Edition eru 3,5 og 4 mm, 40, 60, 80 og 100 cm.
Eg havi júst keypt mær eitt sett av rundstokkum, sum kunnu skiftast út. Tað vil siga at eg havi eitt sett av stokk 4, og veirar sum eru 40, 60, 80 og 100 cm, sum eg skifti ímillum. Hesir stokkarnir fylla nógv minni og eru bíligari í longdini.
Um eg ikki hevði stokkar sum kunnu skiftast út, hevði eg keypt 3,5 ella 5,5 í 80 cm, og bundið rendurnar á ermuni við Magic Loop, og stokk 4 mm og 6 mm í 40 og 80 cm.
Vegleiðingar:
- Bindiroynd
- Kasta uppá
- Rætt og rangt
- Bint runt á rundstokki
- At lata eygu hvíla
- Uppákasting við lykkju
- Uppátøkur (vegleiðing er ávegis)
Keyp uppskriftina á petiteknit.com, og far beint ígongd við at #kastauppáviðbinda.
Deil tína troyggju á Instagram undir #bindasamanhvørsær #kastauppáviðbinda so kunnu vit fylgja við tilgongdini hjá hvørjum øðrum.
(Uppslagið er ikki sponsorerað)
Góðan bindihug
Sandra