Arktis sweater

Eg havi royndarbundið Arktis sweater fyri Faroeknit stødd 10 ár, sum bleiv útgivin í vetur. Eg bant eina til systir mína, Sesiliu og eina til bróðurdóttir Boga, Ceciliu. Og báðar eru tær so fittar at standa model fyri binda. Uppskriftin til børn frá 2 – 10 ár kann keypast á faroeknit.com.

Eg havi bundið troyggjurnar við Uno og Alpakka frá Navia. Ein lekkur samanseting til troyggjur sum skulu vera heitar uttan at stinga. Tann blái liturin eitur Aqua og tann grøni eitur Fagurgrønt.

Uppskriftirnar hjá Faroeknit eru so væl skrivaðar og bindarin verður leiddur trygt ígjøgnum alla uppskriftina. Eg ELSKI ermarnar, sum eru nemmari at binda enn tær síggja út. Í uppskriftnini er bæði diagram og skrivlig vegleiðing.
Faroeknit eigur allan rós uppiborið og ein Arktis sweater uppskrift til vaksin, stendur høgt á mínum ynskilista.

Ein góð og gammeldags ikki-sponsorerað viðmæling frá mínum bindihjarta til bæði Faroeknit og Navia.

Góðan bindihug
Sandra

Deil uppslagið

Share on facebook
Share on twitter
Share on email