Simons Turtleneck

Eg var so heppin at sleppa at royndarbinda Simons Turtleneck fyri Becharmed Knitwear. Og helst enn hepnari at eiga so flottan mann at binda uppá. 

Bogi vil ikki hava troyggjur úr garni sum stingur, so alt skal vera bleytt merino ella alpakka ull. Simons Turtleneck er bundin úr Du Store Alpaka STERK, sum er 40% alpakka og 40% merinoull, og styrkt við 20% nylon. 

Onkur hevur billað mær inn, at tað verður liðugt um man bindur til sjeikin, tí at man bindur kærleikan fastan. Men onkur annar hevur so sagt mær, at tað ikki verður liðugt, um man bindur eitt hár uppí plaggi. Eg taki ongar kjansir og bindið altíð eitt hár uppí troyggjurnar til Boga. Hurra fyri pátrúgv!

Tá uppskriftin er liðug, kann hon keypast á heimasíðuni hjá Becharmed Knitwear. Eg kann av hjartanum viðmæla Simons Turtleneck og Becharmed Knitwear sum sniðgeva.

Gódan bindihug
Sandra

Deil uppslagið

Share on facebook
Share on twitter
Share on email