At skifta noða

Tað eru nógvar loysnir til at skifta frá einum noða til eitt annað. Tað er ymiskt hvør mannagongd passar til ymisk sløg av tógvi.

Fyrr bant eg altíð endarnar saman við einum knúti, og hefti síðan endarnar. Tað bleiv aldrin so pent sum eg ynskti mær og eri veruliga ikki glað fyri at hefta endar. 

Hendan mannagongdin gevur eitt pent úrslit og endarnir skulu ikki heftast og er tí perfekt til mín. Eg havi ikki skift noða á annan hátt síðan eg lærdi meg hesa mannagongd.

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra