Magic Loop

Magic Loop er ein arbeiðsháttur, sum kann brúkast tá tað, sum tú bindir, ikki røkkur runt um ein rundstokk (t.d. ermur). Við at nýta Magic Loop sleppir tú undan at nýta fimm vanligar stokkar, og ístaðin skalt tú bara brúka ein langan rundstokk. Veirurin á rundstokkinum skal helst vera 80 cm. 

Fun fact: 
Eg hevði hoyrt Magic Loop stokkar sum vóru mega smartir, serliga til at binda ermar. Eg sendi tí Boga í býin at keypa. Hann var í fleiri tógvhandlum, men kom tómhentur heim, tí ongin seldi sokallaðar Magic Loop stokkar. 
Fyri at spara tykkum fyri somu støðu, sum eg setti Boga í, havi eg gjørt eitt sjónband, sum vísur Magic Loop arbeiðsháttin. 

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra