At gera frynsar

Vint tógvið runt um eitt stykki av pappi ella træi, og klipp í øðrum endanum.
Stikk eina hekklinál ígjøgnum arbeiðið, har frynsurin skal vera, og hála tógvið hálvt ígjøgnum. Knýt ein knút.
Endurtak, til allir frynsarnir eru gjørdir.

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra