Bjørt Sweater

Eg havi royndarbundið Bjørt Sweater (stødd 12 ár) fyri Faroeknit, sum systir mín Sesilia fekk í 11 ára føðingardagsgávu. Sesilia hevur, síðan hon var heilt lítil, ynskt sær heimagjørdar gávur, heldiga eg! Uppskriftin kann keypast á faroeknit.com.

Eg elski at læra nýggjar mannagongdir, serliga tá tað sær verri út enn tað í veruleikanum er. Eg læri altíð okkurt nýtt, tá eg bindi eftir uppskrift frá Faroeknit, og hesaferð lærdi eg vakra Bjørt-mynstrið. Niðast á síðuni finnur tú sjonbandsvegleiðing til mynstrið. 

Eg havi bundið Bjørt Sweater við Snefnug frá Camarose, í litinum fersken. Eg havi ikki roynt hetta tógvið fyrr, og av tí at tógvið ikki er heilt bíligt, hevði eg stórar væntanir. Eg helt tað losaði nakað illa meðan eg bant við tí, men tað var ikki ein trupulleiki, eftir at troyggjan varð vaskað. Troyggjan er løtt og sera bleyt. Eg ynski mær eina uppskrift til vaksin, so eg kann fáa eina líka sum Sesilia. 

Góðan bindihug

Sandra

Deil uppslagið

Share on facebook
Share on twitter
Share on email