At taka eygu upp

At taka eygu upp, merkir at tað skulu nýggj eygu uppá stokkin, við at taka tey upp eftir kantinum í lidna arbeiðinum. Eyguni vera tikin upp við at koyra stokkin niður í eygað, binda runt um stokkin, og koyra stokkin ígjøgnum eygað aftur. Tá eg taki eygu upp til øksl, koyri eg stokkin ímillum eyguni, tí tað gevur eitt meira samanhangandi úrslit. Niðanfyri eru sjónbond sum vísa hvussu eg taki eygu upp.

Tað fyrsta eygað kann vera torført at taka upp við stokkinum, og tá kann tað vera ein hjálp at brúka eina hekklinál. Hetta vísi eg í sjónbondunum at taka upp til háls og ermu.  

At taka eygu upp eftir kantinum

at Taka eygu upp undir hond

At taka eygu upp til háls og ermu

Tá eygu skulu takast upp til háls og ermu, er tað umráðandi at fylgja uppskriftini, soleiðis at tú tekur eygu upp samsvarandi við endaliga eygatalið, sum uppskriftin vísur. Hetta kann til dømis merkja, at triðjahvørt eyga skal loypast um. Tel tí altíð hvussu nógv eygu eru eftir kantinum, í mun til hvussu nógv eygu skulu takast upp. 

Fyri at eyguni vera javnt deild yvir ermuna, seti eg fýra frámerki runt eftir kantinum. Um eg til dømis skal taka 100 eygu upp, skal eg hava 25 eygu ímillum hvørt frámerki. Til hálsin seti eg tvey frámerki, eitt mitt framman og eitt mitt aftan.

Eygu upp til háls

Eygu upp til ermu

At taka eygu upp til øksl

Vinstra øksl

Høgra øksl

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra