Kom í gongd við at binda

Um tú ongantíð hevur bundið fyrr, so er fyrsta stigið at læra seg at kasta uppá. Vegleiðingina til hetta finnur tú við at trýsta her
Sum nýbyrjari í bindiheiminum hevur man ofta nógvir spurningar, og tað er ofta nógv sum ikki gevur meining. Eg havi samlað fleiri av hesum spurningunum, og roynt at svara uppá teir á síðuni Ofta Settir Spurningar.

Um tú ikki veitst hvat tú vilt binda kanst tú byrja við at binda ein borðlappa. 
Her er ein uppskrift uppá ein borðlappa, bundin við stiklavond:

binda

Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo

Góðan bindihug 
Sandra